Av tí at landsliðsleikarar skulu luttaka í Irish Masters Open, sum verður komandi vikuskiftið 4-5/11, verður 4. umfar av Grand Prix kappingini í vetur, sum eftir skránni skuldi vera 4. november flutt eina viku, so kappingin í staðin verður 11. november 2017.
Kappingin fer fram í fimleikahøllini í Skúlanum við Streymin á Oyrarbakka, og ætlanin er at luttakararnir møta kl. 10.00, so kappingin kann byrja kl. 10.30.
Kappingin fyri tey eldru byrjar kl. 13.00, og tey skulu møta kl. 12.30.