
Boðað verður til aðalfundar í ÍSF-húsinum, Frælsið 30, 100 Tórshavn
leygardagin 19. august 2023, kl. 15.00.
Skrá sambært lógini:
1. Val av orðstýrara
2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farni ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Val av nevndum og eykalimum
6. Val av grannskoðara
7. Ymiskt
Undir ymiskum gera vit uppskot til skrá fyri veturin.
Undir punkt 4. Innkomin mál er uppskot til broytingar í viðtøkunum fyri Judo Føroyar. Uppskotið er sent feløgunum við telduposti.
Nevndin