Judosamband Føroyajudo@judo.fo   /   +298 26 94 10Innrita

Aðalfundur

Lýst verður til aðalfund hjá Judo Føroyum í ÍSF-húsinum, Bryggjan 30, 100 Tórshavn

Leygardagin 16. august 2025, kl. 14.00.

Dagsskráin er hendan:

1.       Val av orðstýrara

2.       Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári

3.       Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap

4.       Innkomin mál

5.       Val av nevndum og eykalimum

6.       Val av grannskoðara

7.       Ymiskt.

Uppskot um lógarbroytingar skulu verða starvsnevndini í hendi seinast 10 dagar áðrenn aðalfundin. Innkomin uppskot verða send feløgunum 7 dagar áðrenn aðalfundin. Uppískoyti í lógirnar og lógarbroytingar skulu standa á dagsskránni. Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgunum í Judo Føroyar, starvsnevndini, starvsnevnd ÍSFs, dómsnevndini og grannskoðaranum.

← Aftur til yvirlitið