Judosamband Føroyajudo@judo.fo   /   +298 26 94 10Innrita

Evald vann fightersteypið

Evald vann fightersteypið

Fightersteypið fekk Judo Føroyar (fyrr: Judosamband Føroya) frá trimum donskum feløgum – Aalborg Judoklub, Aalborg Politi Judoklub og Mou Idrætsforening – at kappast um hjá ungum føroyskum judoíðkarum.

Steypið verður latið tí judoleikaranum, sum undir Føroyameistarakappingini sýnir bestan teknikk og besta stríðsvilja.

Vinnari av hesum steypi fyri 2019 gjørdist Evald D. Simonsen úr Havnar Judofelag. Vit ynskja honum hjartaliga til lukku við heiðrinum!

Yvirlitið yvir, hvør hevur vunnið fightersteypið gjøgnum árini sæst her: https://judo.fo/fightersteypid

 

← Aftur til yvirlitið