Frágreiðing til ársaðalfundin hjá Judo Føroyum 2019.
Vit í Judo Føroyar kunnu síggja aftur á eitt hendingarríkt ár, har vit hava havt framgongd á øllum økjum, og samstundis hava vit sett hol á menningararbeiði, ið vónandi vil føra okkum enn longur fram á leið.
Feløgini
Elsta felagið í Føroyum, Havnar Judofelag, flutti í januar í fjør í nýggj hølir í kjallaranum í Ítróttarhøllini á Hálsi. Hølini eru fín, men hóast meira enn eitt ár er liðið, síðani tey vóru tikin í nýtslu, so eru tey ikki gjørd liðug. Ætlanin var at gera ventilatión, nøkur WC og ein lítlan tekøk, men enn sæst onki til hetta. Tórshavnar Kommuna keypti nýggjar máttur, og hóast tær liggja mest sum alla tíðina, so eru nógv onnur enn judo í hølunum, so við hvørt er trupult at fáa neyðugu tímarnar, eins og mátturnar ofta eru skitnar eftir brúk av øðrum. Av tí sama hevur Havnar Judofelag ikki fingið tað burtur úr nýggju umstøðunum, sum vóna var.
Klaksvíkar Judofelag, sum varð endurstovnað fyri tveimum árum síðani, hevur veruliga havt vind í seglunum og telur næstan 100 limir.
Sunda Judofelag fekk fyri ári síðani nýggja nevnd, og hendan hevur veruliga lagt á nýggjan bógv, m.a. við serligum kvinnuliði, sum hevur gingið væl.
Skálafjarðar Judofelag hevur eisini gingið væl í vetur og er veruliga komið í gongd. Men tíverri hevur venjarin har fingið trupulleikar við rygginum, so í løtuni er støðan óviss, men vit vóna, at alt fer at laga seg, so menningin har eisini kann halda fram.
Fyri góðum ári síðani var Vága Judofelag eindurstovnað, og eisini har er gongdin góð, vit síggja longu nøkur teirra, ið standa ovarlaga á sigursskamlinum, tá kappingar eru.
Í heyst var so sætta felagið stovnað. Hetta er Sandoyar Judofelag, sum venur í nýggju ítróttarhøllini í oynni. Felagið er byrjað varðisliga, men gongdin higartil hevur verið góð, og vit vóna enn størri tilgongd framyvir.
Dómarar
Seinastu árini hevur judoleikari undir útbúgving í Danmark roynt seg sum dómara. Hann hevur tikið donsku B-royndina, og ætlanin hjá honum er at taka A-royndina seinni í ár. Hann hevur eisini dømt í norðurlendskum kappingum og fingið góð skoðsmál. Ætlanin er framyvir, at hann fer víðari til europeiskar kappingar og tekur altjóða dómaraprógv.
Nú hann er liðugur við útbúgvinigina og fluttur heim aftur, fara vit í Judo Føroyar saman við honum at snikka eina føroyska dómaraútbúgving saman, so vit kunnu fáa fleiri útbúnar dómarar og harvið hækka støðið.
Menna feløgini og ítróttin
Í heyst høvdu vit vitjan av umboðum fyri svenska judosambandið, tí ætlanin hjá okkum er at seta ferða á menningararbeiði innan feløgini og sersambandið og harvið menna judo ítróttin í Føroyum enn meira.
Svenska Judosambandið hevur gjørt hetta við sera góðum úrslitum, og nú ætla vit við hjálp frá teimum at gera teimum kynstri eftir.
Hetta arbeiði hjá okkum er so smátt byrjað, og á aðalfundinum hjá okkum í mai verður verulig ferð sett á.
Kappingar
Kappingarnar hjá okkum eru komnar í eina fasta legu, og farna árið hava tær verið eftir sama leisti. Opnu kappingarnar hjá Sunda- og Havnar Judofelag hava eisini verið sum vant.
Vit kunnu fegnast um, at við øktum tali av feløgum og judoíðkarum, er luttakaratalið í kappingunum økt.
Landsliðsvenjari
Sum eina roynd settu vit í fjør danskan landsliðsvenjara, sum hevur verið í Føroyum nøkur vikuskifti og vant við landsliðnum. Oftast hevur hann havt annan danskan venjara við eisini.
Higartil hevur hendan skipan eydnast væl. Skipanin er fyribils fram til Oyggjaleikirnar í summar, og aftan á teir verður tikið samn um.
Oyggjaleikirnir
Seinnu árini hevur høvi ikki ofta verið at luttikið á Oyggjaleikunum. Men nú á leikunum í Gibraltar í summar er hetta høvi aftur, og vit ætla at møta fjølment. Bæði menn og kvinnur koma at kappast har.
Nýggjar avbjóðingar
ÍSF hevur megnað at útvega Føroyum atgongd at kappast í tveimum altjóða kappingum, sum Europeiska Olympiska Nevndin skipar fyri. Talan er um European Games og European Youth Olympic Games.
Ætlanin hevur verið hjá okkum at hava luttakarar við í hesum kappingum.
European Games er kapping har kappast verður um EM í fleiri ítróttagreinum. Vanliga er EM í judo ein opin kapping, har londini kunnu senda umboð. Men nú vísir tað seg, at man skal kvalifisera seg til hesa kapping, so ætlanin hjá okkum var upprunaliga at spyrja okkum fyri, um møgulleiki er at fáa sokallað ”wild-card”, so vit kortini fáa sent umboð til hesa kapping. Men vit gjørdu onki við tað hesu ferð, men fara at kanna møgulleikan um tvey ár.
Hinvegin er ikki kvalifikatión til European Youth Olympic Games. Har hugsaðu vit at senda tveir ungar leikarar, tí vit halda, at tað er týdningarmikið, at føroysk ítróttafólk luttaka í hesum kappingum, nú vit endiliga hava fingið høvi til tess. Men fíggjarligu umstøðurnar gera, at vit hava valt ikki at luttaka í ár. ÍSF hevur ikki lovað okkum eyka stuðul til hetta, men tað lá í kortunum, at Mentamálaráðið fór at søkja um eyka stuðul til føroyska hondbóltsluttøku, eins og føroyska luttøku í hesum kappingunum, men politiska støðan gjørdi, at hetta datt niðurfyri.
Vit satsa nógv upp á Oyggjaleikirnar í ár, so fíggjarliga orkan røkkur ikki til eisini at luttaka í European Youth Olympic Games í ár, men vit ætla heilt víst at vera við um tvey ár.
ÍSF hevði eygleiðarar við til smálandakappingina í ár, og vónandi fær ÍSF møgulleikan at luttaka í tí kappingini framyvir, tí hetta sær út at vera ein sera áhugaverd kapping fyri okkum.
Fleiri kvinnur
Talið á kvinnum, ið íðka judo í Føroyum, er økjandi, og tað fegnast vit um. Eisini hava vit fingið kvinnur í fleiri nevndir, og tvey av judofeløgunum í Føroyum hava kvinnur sum forsetar. Vit vilja framhaldandi stimbra fleiri kvinnum at luttaka í okkara ítrótti.
Summarlega
Í 2018 skipaðu vit á fyrsta sinni fyri stórari summarlegu í judo.
Legan var í Klaksvík, og yvir 100 luttakarar vóru við. Vit høvdu fleiri útlendskar venjarar at hjálpa til við venjingunum, og allir luttakararnir lótu væl at og fingu nógvu burturúr.
Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, og aftur í ár verður hendan legan í Klaksvík.
Javnstøða
Ítróttasambandið arbeiðir av øllum alvi við at útvega Føroyum olympiska viðurkenning. Í hesum arbeiðinum – og í altjóða arbeiði yvirhøvur – verður stórur dentur lagdur á javnstøðu millum kynini.
Hetta hevur ikki verið eitt evni, ið hevur verið ovarlaga á skránni í Føroyum, men ÍSF heitir á sersambond og feløg um at gera nakað við hendan spurningin, tí tað er bara spurningurin um tíð, til hetta verður eitt krav frá altjóða ítróttasamfelagnum.
Vit í Judo Føroyum hava tikið hetta til okkum, og í dag hava vit uppskot til broytingar í lógum okkara, so at javnstøða verður í nevndini. Vónandi verður tikið undir við hesum.
Tøkk
Eg fari at enda at takka øllum, sum hava tikið eina hond í innan judoítróttin í Føroyum, bæði fyri Judo Føroyar og fyri feløgini. Tað er av alstórum týdningi, at fólk rætta eina hjálpandi hond, tí uttan tann stóra frívilluga innsatsin, so er ongin ítróttur í Føroyum.
Eisini farið eg at takka myndugleikunum, tað verið seg lands- og kommunalum myndugleikum fyri at vísa ítróttinum – og harvið eisini judo – ans og stuðul.
Sofus Debes Johannesen
formaður