Judosamband Føroyajudo@judo.fo   /   +298 26 94 10Innrita

Javnstøða í nevndini

Judo Føroyar hevði ársaðalfund hóskvøldið 13. juni 2019.

Á skránni vóru vanligu evnini, ið hoyra til ein aðalfund.

Herundir var uppskot um at broyta nevndina, so hon hækkar frá trimum til fimm limir. Av hesum fimm limunum skulu minst tveir vera av hvørjum kyni. Valdir verða tveir tiltakslimir, ein av hvørjum kyni. Hesar broytingarnar vórðu einmælt samtyktar.

Feløgini høvdu tó ikki uppskot klár til nevndarlimir, so gjørt varð av, at nevndarvalið verður á eykaaðalfundi í august.

← Aftur til yvirlitið