Judo Føroyar hevur sett liðið til Oyggjaleikirnar á Gibraltar, sum verða í døgunum 6. til 12. juli.
Tilgongdin til úttøkuna hevur vart í eitt heilt ár, og sjálvt um liðið nú er sett, so heldur tað arbeiðið fram.
Tey úttiknu eru:
Kvinnur undir 52 kg.:
Maiken Bringsberg úr Klaksvíkar Judofelag er eitt heilt óskrivað blað í judo uttan fyri Føroyar, men tað verður hon avgjørt ikki, tá vit hava verið til Oyggjaleikirnar. Maiken hoyrir við til tann eldra partin av landsliðnum, og hon tekur uppgávuna við tolni og sera miðvíst. Framgongdin hjá henni í judo hevur verið uttan samanbering seinasta árið, og sjálvt um hon ikki hevur verið í altjóða kapping enn, so verða vit ikki kløkk, um hon verður millum heiðursmerkjavinnararnar.
Kvinnur undir 63 kg.:
Silja Johannesen úr Sunda Judofelag er yngst av teimum 4 judo-systkjunum frá Norðskála, sum nú skal luttaka í Oyggjaleikum sum triðja í røðini av børnunum hjá Johannes, venjara hjá Sunda Judofelag øll árini síðani stovnanina í 1981. Silja hevur víst stjórt talent, sum gevur henni møgulleikar at koma langt, eisini uttanlands.
Kvinnur undir 70 kg.:
Tá vit tosa um miðvísa venjing og stóra framgongd, koma vit ikki uttan um Hansu Torgerð Ellingsgaard. Hendan unga judokvinnan úr Sunda Judofelag hevur ment seg frá smærri úrslitum í test og venjing, til at vera ein av teimum bestu á landsliðnum, tá vit tosa um fysisk úrslit og vilja at læra nýtt.
Kvinnur undir 78 kg.:
Tann síðsta kvinnan, sum vit hava valt at taka við, er unga Anna á Fløtti Anthoniussen úr Klaksvíkar Judofelag. Eins og liðfelagi hennara er hon lutfalsliga óroynd, men hon vísir stórar menningarmøgulleikar. Vit vænta okkum nógv av avrikum hennara á Gibraltar.
Menn undir 60 kg.:
Fríði Magnusson Carlsson úr Havnar Judofelag er einasti luttakari okkara í hesum vektbólkinum. Hann hevur víst avbera góðan stríðsvilja og temperament í sínum dystum. Hann hevur vunnið nógvar dystir og vant beinhart fyri at verða úttikin.
Menn undir 66 kg.:
Bárður Hentze Lenvig úr Havnar Judofelag hevur við sínum 7. plássi í Norðurlendsku Meistarakappingini í fjør verið ein sterkur kandidatur til Oyggjaleikirnar. Vit hava sæð eina áhaldandi menning hjá Bárði, og hann hevur hesa síðstu tíðina vunnið heiðursmerkir bæði í Reykjavík International Games og kappingini um danska meistaraheitið.
Dánjal á Krákusteini úr Havnar Judofelag er ein av íðkarunum, sum er búnaður mest sum judoíðkari hetta seinasta árið á landsliðnum. Vit vænta, at Dánjal fer at klára seg væl á Oyggjaleikunum og er eisini ein av kandidatunum til heiðursmerki.
Menn undir 73 kg.:
Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag er í løtuni ein av bestu føroysku judoíðkarunum, líka mikið hvørjum parametri vit máta eftir. Hann vinnur nógvar dystir uttanlands, og endar vanliga millum 10 teir bestu í kappingum við 30 luttakarum í. Hann er eitt av okkara sterkastu kortum í kappingini á Gibraltar. Hann hevur fyrr luttikið á Oyggjaleikum.
Gunnar Magnussen úr Havnar Judofelag er enn eitt óskrivað blað í altjóða judo. Formkurvan hjá honum er uppeftir gangandi, og hann hevur vunnið nógvar góðar dystir í seinastuni.
Menn undir 81 kg.:
Búgvi Poulsen úr Havnar Judofelag er ein legenda í føroyskum ítrótti, og er aftur úttikin til Oyggjaleikirnar. Hetta verða hansara 5. oyggjaleikir. Búgvi er nú sum 47 ára gamal í somu góðu venjing, sum tá hann var 30, og vit vænta okkum nógv av honum í samband við leikirnar á Gibraltar.
Nicolaj Skoubo frá Havnar Judofelag er úttikin til sínar aðru Oyggjaleikir. Seinast var hann bara 16 ára gamal, og hann kláraði seg væl á Álandi. Nú er hann blivin vaksin, og vit vænta nógv av honum.
Menn undir 90 kg.:
Sigmundur Johansen frá Skálafjarðar Judofelag verður eisini við á Oyggjaleikunum. Sigmundur hevur, sum nógvir aðrir judoíðkarar, havt eina positiva uppeftirgangandi formkurvu, og hann hevur arbeiðtt málrættað at gerast klárur til Gibraltar.
Aleksandur Christensen er eitt talent frá Sunda Judofelag, sum tekur seg fram við fullari ferð. Hóast fá ár sum judoíðkari, so berjist hann sum ein royndur íðkari, hann hevur sera gott eyga fyri judo, óvanliga gott yvirlit, og fysiskt verður hann ikki tikin.
Menn undir 100 kg.:
Fyri triðju ferð skal Petur Sigurð Johannesen, sum nú umboðar Havnar Judofelag, umboða Føroyar á Oyggjaleikunum. Hann hevur eitt bronsu heiðursmerki frá Álandi, sum hann fegin við býta um við edlari metall.
Menn yvir 100 kg.:
Edvard Johannesen frá Sunda Judofelag, er ein av skjótastu judoíðkarunum í Skandinavia í vektbólkinum yvir 100 kg. Hann flytir seg sum ein 81-kg íðkari, og kann vísa køst, sum allir judoíðkarar øvunda honum. Vit vænta einar góðar leikir fyri Edvard, sum hesa ferð roynir seg á øðrum sinni í hesi kappng.
Tað hevur ikki verið lætt at gera úttøkuna til Oyggjaleikirnar í ár. Allir judoíðkararnir, sum hava verið á bruttolandsliðnum hetta seinasta árið, hava stríðst alt tey kunnu, fyri at sleppa upp í part. Øll hava hjálpt hvørjum øðrum fram á leið, og onki er at ivast í, at hini koma at fáa sínar møgulleikar í framtíðar landsliðsuppgávum.