
Í samband við 80-ára føðingardagin hjá Ítróttasambandi Føroya skipaði Klaksvíkar Judofelag eisini fyri tiltaki leygardagin 6. apríl.
Felagið vísti áskoðarunum, hvussu ein judodystur gongur fyri seg. Eisini fekk felagið vitjan av maskottinum hjá ÍSF, Pidda, ið royndi seg í kapping móti Malvinus.
Børnini fingu sjálvandi eisini høvi at royna seg.
Tiltakið var sera væl eydnað, og nógv fólk vóru møtt upp.