
EM Veteranar 2023 Podčetrtek
Judo Føroyar valdi at senda tveir royndar menn til EM fyri veteranar, sum í ár var hildið í Podčetrtek í Slovenia.
Talan var um teir báðar royndu harranar Búgvi Poulsen og Petur Sigurð Johnnesen, sum skuldu kappast í einari av størstu vetran kappingunum sum eru.
Talið av íðkarum var 658. 95 kvinnur og 563 menn úr 37 londum úr Europa.
Luttakarinir eru deildir í aldursbólkar, 30-34 ár eru F1/M1, 35-39 ár eru F2/M2 o.s.v., síðani verður býtt í vanligu vektbólkarnar.
Búgvi var fyrstur í eldin hósdagin 8/6. Hann kappaðist í bólkinum M5, 50-54 ár -81 kg. Her vóru 22 luttakarar.
Búgvi hevur undanfarna ár vunnið hendan bólkin til EM og fingið silvur til HM. Nú hepnaist so illa hjá Búgva, at tá lutakastið um hvørjum hann skuldi møta hevði verið, skuldi hann møta fransmanninum, sum hann tapti móti í finaluni til VM 2022 í fyrsta dystinum.
Hesin dystur skuldi vísa seg at vera ein endurtøka av dystinum í 2022. Dysturin var javnur, men fransmaðurin fekk tíðliga í dystinum eina Waza-ari og fór at verja seg. Búgvi megnaði ikki at javna aftur og eftir trimum minuttum mátti hann lúta. Vónbrotið var stórt, men uppaftur størri gjørtist tað tá hesin sami fransmaður púra óvæntað tapti sín næsta dyst, tí hetta hevði við sær at Búgvi ikki slappa at royna seg í uppsamlingini, av tí at maðurin hann tapti móti ikki kom í kvartfinalurnar. Tí fekk Búgvi bert tann eina dystin.
Leygardagin 10/6 skuldi Petur Sigurð so royna seg. Hann stillaði upp í bólkinum M2 -100 kg. Her vóru 9 luttakarar, so útlitini fyri at fáa minst 2 dystir vóru sera góð.
Lutakastið var eisini gott. Fysti dystir var móti einum úr Belgia. Hesin vísti seg at vera ein ov stórur biti hjá Petur Sigurð og hann tapti greitt. Belgiarin kom í kvartfinaluna, so Petur Sigurð fekk ein kjans í uppsamlingini. Her møtti hann einum úr Italia. Í hesum dystinum var Petur Sigurð væl við, men kom afturum við einum Waza-ari og tí var hann noyddur at satsa og bleiv fangaður í einum mótkasti og tapti.
Samanumtikið fingu vit einki serligt úrslit, men bæði Búgvi og Petur Sigurð fingu góðar royndir, og eru nú enn meira uppsettir uppá at náa betri úrslitum. Hesar vetran kappingar gerast alsamt betri umtøktar og eru við til at halda fólkið, sum eru farin forbí tey 30 árini í judoítróttinum og geva møguleikan fyri fáa altjóða úrslit, sum tey kunnu vera sera errin av.
Tað er av sonnum lívsjáttandi at síggja hvussu glað fólk, sum eru farin forbí tey 50-60 árini, blíva tá tey vinna heiðusmerki til eina slíka kapping. Bæði Búgvi og Petur Sigurð kunnu heilt sikkurt eggja øllum til at blíva við at íðka judo í hesum andandum.