
Annað árið á rað skipar Klaksvíkar Judofelag saman við Judo Føroyum fyri stórari judolegu í Klaksvík.
Í ár eru ikki færri enn 90 luttakarar í øllum aldrum og av báðum kynum.
Høvuðsvenjari í ár er danin Lasse Pedersen, at hjálpa sær hevur hann Mathias Ferré Poulsen, eisini úr Danmark, og Gregor Cremosnik úr Schweiz. Harafturat eru tveir venjarar frá Fusa karatefelagnum úr Noreg, sum koma at undirvísa í judo sum sjálvverju.
Venjingarlegan byrjaði í kvøld, hóskvøldið, og heldur fram til á middegi sunnudagin.