Judosamband Føroyajudo@judo.fo   /   +298 26 94 10Innrita

Suðuroyar Judo byrjar venjingarnar aftur

Suðuroyar Judo byrjar venjingarnar aftur

So eru summarferian um at vera liðug, og Suðuroyar Judo byrjar aftur venjingarnar.

Veningarnar hendan veturin (2022/23) verða soleiðis:

Børn frá 1. flokks aldri og til og við 12 ár venja mánadag kl. 17:00 til 18:00 og hósdag kl. 18:00 til 19:00.

Vaksin, frá 13 ár og uppeftir, venja mánadag kl. 18:00 til 19:00 og hósdag kl. 19:00 til 20.30.

Vant verður í Tvøroyrar Skúla.

Øll eru vælkomin, bæði ung sum gomul, kvinnur og menn.

Eru spurningar, kann man venda sær til Suðuroyar Judo á Facebook ella Andrias Sumberg, venjara, tlf. 235853.

Limagjald kann gjaldast her.

← Aftur til yvirlitið